Vindeygu
H-fasader & Fjerdingstad
KRAMM veitur hágóðsku vindeygaloysnir, og allar eru grundaðar á norsku “H-Vinduet” loysnina, ið altíð hevur borga fyri góðsku. Allar loysnir okkara hava góða bjálving, høgan tættleika, og langa livitíð.
Allar vindeyga loysnir okkara eru væl egnaðar til Føroyska veðulagið, og hava vit lagt nógva orku í, at finna teir bestu veitararnar.
Øll vindeygu okkara hava 3-lag orkusparandi glas, og kunna fáast við ymsum slag av glasið, td. herda-, frosta-, ljóðdoyvandi ella sólglas
H-fasader PVC vindeygu
Norsku H-fasader framleiða H-90 Plast vindeygu, sum sita í einum 90mm karmi. H-fasader leggur stóran dent á, at framleiða vindeygu við langari livitíð, sum kunna endurnýtast og eru viðlíkahaldsfríð. Vindeyguni fáast sum toppsving, topphongd ella við fastari rammu. Plast vindeyguni verða gjørd eftir mátið og kunna snikkast eftir ynski.
Nógvir farvumøguleikar eru at velja í, bæði innan og uttaná vindeygunum.
Fjerdingstad Træ & Træ/alu vindeygu
Norsku Fjerdingstad framleiða vindeygu, sum sita í 95 ella 109mm karmi.
Vindeyguni fáast sum Toppsving, topphongd, drej/kipp og síðuhongd.
Møguleiakarnar eru nærum endaleysir, og kunna vindeyguni snikkast eftir ynski.
Allar loysnir fáast sum træ ella træ/alu.