
7 nýggj neyst í Árnafirði
Vindeygu, hurðar og skjótihurðar
Gjøgnum summari 2020 hava vitjandi sæð eitt lívligt byggivirksemi í fjøruni í Árnafirði. Tað er Malltek Byggivirkið, sum hevur gjørt sjey snotilig samanbygd neyst til sjey ymiskar eigarar. Beint undan jólum í ár vóru neystini handað væl nøgdum eigarum.
Handverk og tilfar í topp
Tað setur stór krøv til handverk og tilfar, tá slík íbúðarneyst skulu gerast. Tað føroyska veðurlagið og sjórokið í fjøruni er ein stór avbjóðing. Tí er hetta ein álitisuppgáva, sum Malltek byggivirkið hevur fingið litið upp í hendur. Arbeiðið hevur gingið eftir ætlan og úrslitið er fyrsta floks. Hjá GRANT fegnast vit um, at Malltek hevur valt vindeygu, úthurðar og skjótihurðar frá okkum. Talan er um hvít termovindeygu úr plasti við orkusparandi 3-lag glasi. Úthurðarnar eru av væl kendari og haldførari góðsku. Skjótihurðarnar, sum standa oman móti havinum, eru sjálvsagt eisini besta dygd, og skulu halda móti stormi, regni, sjó- og kavaroki í nógv ár.
GRANT fegnast um úrslitið og góða samstarvið við Malltek. Vit vilja fegin ynskja nýggju eigarunum til lukku við neystunum og bestu eydnu framyvir.
Laaaangt garanti
At enda kunnu vit minna á, at vit lata 12 ára garanti uppá vørurnar frá okkum. Hetta kunnu vit gera, tí vit hava álit á at okkara vørur halda. Tey, sum tekna eina avtalu, um at vit gera regluligt viðlíkahald, fáa eitt longt garanti heilt upp til 15 ár.
Hjartaliga til lukku við snotiligu neystunum!





