Wegner valnøt

Deil á Facebook
Týsdagur 25. oktober 2011 - 06:59

Tað er nakað serligt við træi úr valnøt. Hesin myrki viður gevur hugarák aftur til 50-árini, og tó at hann altíð sær út sum ein hálvur fornlutur, sum hoyrir einari farnari tíð til, so er hann eitt slag av yvir-retro tilfari. Líka síðani 40-árini er nógv innbúgv framleitt úr valnøt, og tað verður tað framvegis.

Her er ein klassikari, sum seinasta árið hevur fingið eitt slag av endurburði. Tó at Y-stólurin hjá Wegner verður framleiddur mest úr øðrum viðasløgum enn valnøt, so er talið á stólum úr valnøt vaksið.


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini