Kramm prei: Hevur tú onkran leirlut liggjandi, sum treingir til eina yvirháling, royn so at sproytlakka hann. Tað gevur eitt vakurt úrslit, sum tað sæst á myndunum. Tú kanst sproyta vasar, standmyndir ella aðrar pyntilutir. Er talan um ein vasa, sum tú brúkar til frískar blómur, og tískil fyllir vatn í, er best ikki at sproyta hann innan, tí lakkið kann upploysast av vatninum.
Keyp eina pístdós við lakki, og gev lutinum tvey umfør.