Hevur tú hoyrt um arbeiðstíkantin í køkinum? Um ikki, so kunnu vit fortelja tær, at nógv velja ta loysnina, tá tey skulu seta køliskáp, vask og komfýr upp - og tað er skilagott. Besta arbeiðsumhvørvið fæst tú nevniliga, um tú setur hesi trý upp í einum tríkanti, og velur samlað millum 360 og 660 sentimetrar millum køliskáp, komfýr og vask. Tá vask og komfýrur stendur yvirav hvør øðrum, skulu tað vera millum 120 og 180 sentimetrar millum hesi bæði.
Tað ber til at seta køkin upp upp á ymsar mátar. Tríkanturin nýtist ikki at hava rættar vinklar. Sjá aðrar tekningar á slóðini niðanfyri.
Ymiskir mátar at brúka arbeiðstríkantin:
http://www.hfb.dk/fileadmin/templates/hfb/dokumenter/rum-pdf/Rumudformning_kokken_bad.pdf