Tað eru nógv, sum skifta til vetrardekk í hesum døgum. Summardekkini verða løgd í kjallaran ella aðrastaðni við hús, um tey ikki skulu á dekk-hotel, men hvussu er best at goyma tey? Tað hevur Bilbasen gjørt sær nakrar tankar um.
Er talan um dekk á felgu, er best at tey antin verða hongd upp á veggin (á t.d. ein stóran seym, gjøgnum holið í felguni) ella sett í eitt dekk-staviv, um tú eigur eitt slíkt. Leggur tú dekkini omaná hvørt annað, kunnu tey gerast skeiv.
Leys dekk uttan felgu, kunnu standa upp og niður. Men tú mást venda (snara) teimum av og á, so tey ikki gerast fløt á einum ávísum stað.
Dekk hava tað best, tá tey standa myrkt (t.d. í ein posa), kølið og turt. Um tað er ov heitt, har dekkini verða goymd, kann gummiið í dekkunum missa sín smidleika.
Minst til at at reingerða dekk og felgu, áðrenn tú leggur til viks fyri veturin.
Lesið eisini, hvussu Michelin mælir til, at dekk verða goymd her