Tey, sum hava roynt at bøta eitt skrúvuhol í glasvev-tapeti, vita at tað ikki bara er sum at siga tað. Tá tú hevur spartlað og pussað og málað er ein pen sløtt flata, har tað áður var eitt hol. men tað ber til at bøta holið, so tað ikki sæst.
ÁÐRENN TÚ BYRJAR, skalt tú ogna tær eitt petti av glasvevi, sum er eitt sindur størri enn holið í vegginum. Kanska eigur tú eina rullu, sum tú kanst klippa eitt petti av. Um ikki, so kanst tú sikkurt keypa ella fáa eina lítla longd í málingahandli.
Síðani gert tú soleiðis:
1.Fyll spartl í holið
2.Reinsa varliga alt spartlið, sum er uttanfyri sjálvt holið burtur við einum vátum svampi, ið er vundin.
3.Væta pettið av glasvevi, og legg tað inn ímóti váta spartlinum. Trýst varliga á, og tak so pettið burtur aftur. Nú er mynstrið av glasvevinum prentað í spartlið, og tá tað er tornað, er klárt at mála.
Kelda;
idenyt.dk