Norska fyritøkan Norway Says hevur framleitt nakrar smartar útilyktir í samstarvi við italsku sniðgevarnar hjá Ewo. Ljóskeldan er LED, og tað serstaka við fleiri av sniðunum er, at ljós eisini verður sent út niðri við jørðina. Lyktarøðin er fyrst og fremst ætlað at verða sett upp á almennum støðum ella uttanfyri virkisbygningar, men privatir húsaeigarar hava eisini víst henni áhuga.
Prísir frá 5200,- kr.