Nároyndar fartelefonir

Deil á Facebook
Mikudagur 26. oktober 2011 - 14:00

Vit kunnu við einari lítlari umskriving frá Tinganest siga, at ein fartelefon er vorðin ein royndur lutur – bæði so og so. Flestu fólk hava roynt eina fartelefon og tað hava tey sum framleiða fartelefonir so sanniliga eisini. Ein fartelefon verður nároynd – ella testað væl og virðiliga áðrenn hon sleppur í handlarnar.

Fartelefonir verða sjálvsagt royndar fyri at vita um tær nú klára alt tað sum ætlanin er. Viðv. hvussu hon er sum telefon, fototól, fara á internetið við og alt tað ,sum ein nútímans fartelefon skal kunna.

Haraftrat eru tær royndar soleiðis fyri at vita hvat tær halda til. Hvussu robustar tær eru. Tað nyttar lítið at hava eina smarta fartelefon sum kann alt, og so brotnar hon, bara hon dettur á gólv einaferð.

Fartelefonir verða m.a. testaðar fyri
- hvussu ofta tær tola at detta á gólv
- hvussu høgt eitt fall kann verða
- um tær halda sjálvt um tú setir teg á hana
- hvussu nógvan hita hon kann tola


Metið fyri hvussu høgt ein faratelefon kann detta uttan at taka skaða er 25 metrar. Hatta við hitanum kemur sjálvsagt frá, at ein Nokia-fartelefon helst skal klára eina løtu í einari finskari sauna!

Summar telefonir kunnu latast upp og aftur og tað verður eisini roynt hvussu ofta ein telefon kann klappast saman. Onkur telefon er testað til at klára at verða klappað saman - ella latin upp og aftur - 100.000 ferðir.

Eisini fjarstýringar verða eisini testaðar fyri at vita hvat tær halda til. Keypti einaferð eitt Grundig-sjónvarp og fjarstýringin sum fylgdi við var sjálvsagt grundiga testað.
Hon skuldi m.a. kunna detta 60 ferðir á gólv og ikki taka skaða.

Telefonin á myndini sær út til at klára eitt sindur av hvørjum.


Hanus Højgaard
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini