Lítla lekra Luna

Deil á Facebook
Mikudagur 26. oktober 2011 - 05:00

Síðani Erik Jørgensen byrjaði at framleiða sofuna Luna í summar, eru nógvar Luna-sofur slongdar yvir diskin. Luna er vorðin ein bestseljari, og tað er kanska skilligt, tá tú hyggur at henni. Møguliga er ein klasikari føddur. Hon fæst í tveimum støddum, 200 og 230 cm í longd, breidd 90 cm, og bæði úr ull og leðri.

Sofan er framleidd í samstarvi við Studio Hannes Wettstein, sum eisini var við, tá Uma og Delphi blivu sniðgivnar.

Prísir frá 25.000


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini