Sumt av tí, sum er komið fram á innbúgvs-marknaðinum seinastu tíðina, hevur ikki bara leitað sær íblástur frá síðst í 50-árunum og 60-árunum. Tað líkist akkurát tí, sum var frammi tá. Her eru tríggir nýggir lutir, og so ein klassikari frá síðst í 40-árunum, sum framvegis verður framleiddur.
Lounge-stólurin er frá sniðstovuni FurnID, sum hevur teknað hann fyri framleiðaran Stouby. Stólurin eitur Frost, og tó at hann tað sama kundi verið teknaður í 1960, so er hann teknaður í ár. Vegl. pr. 9000 kr.
Vasarnir eru frá Norway DesignsRespateks, sniðgevi er Finnsdottir. Brettini eru frá Barbro Tryberg Boberg.
Bestikkið er frá 40-árunum. Tað hevur verið framleitt líka síðani tá, men seinnu árini er áhugin vaksin nógv. Tað er norskt og eitur Skaugum. Bestikkið er úr palisander-viði, og tolir ikki maskin-uppvask. Vegl. pr. 3000 kr fyri sett við 18 stk.
Kelda:
bo-bedre.no