Hvussu málar tú vindeygakarmar úr træi

Deil á Facebook
Mikudagur 26. oktober 2011 - 09:00

Tað munnu vera nógv, sum fara at hampa um inni í húsum sínum, nú veturin av álvara nærkast, og tað ikki er so høgligt longur at arbeiða uttanfyri. Hví ikki geva vindeygakørmunum ein umgang av máling, nú teir hava staðið óviðgjørdir í nøkur ár. Men hvussu skal tað gerast, um talan er um vindeygakarm, sum hava fingið eitt hakk ella bæði tvey? Her er eitt boð frá Jan Nielsen, málarameistara.

Fyrsta skalt tú pussa alt matt við sandpappíri, ið hevur kornstødd 100 ella 120. Rivur og seymhol skulu síðani spartlast. Keyp okkurt gott liðugt blandað sterkt spartl – spyr í málingahandlinum, og sig hvat tú skalt brúka tað til. Pussa spartlið niður, og legg í einaferð afturat um neyðugt, og pussa so aðru ferð. Turka alt støvið væl av, áðrenn tú málar.

Kvistarnir skulu smyrjast við knastlakki (ella shellakki). Kann keypast í málingahandlum.

Tú skalt grunda karmarnar við oljumáling, tí gamalt gult træ kann skína ígjøgnum málingina, og oljumálingin forðar hesum. Grundarin skal torna í ein dag.

Nú er klárt at mála við Acryl lakki. Tú avgerð sjálv/ur hvussu nógvan glans tú brúkar. Er undirlagið gott og slætt, kanst tú gott fara langt upp í glansi. Mála tvær feðir við umleið 5-6 tímum ímillum.

Viðvíkjandi strokum, so síggjast tey veikt í málingini, tá hon er tornað, so royn at enda við einum heilum stroki úr enda í annan á karmunum. Tú kanst eisini brúka lítlar góðar lakk-rullir.

Góðan arbeiðshug.

Vinarliga



Jan Nielsen,
málarameistari,

telf. 569800


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini