Slide and hide, rópar framleiðarin hesa skipan. Á føroyskum kunnu vit siga ”glíð og goym”. Tað kann kanska tykjast eitt sindur løgið at skula krógva eina ovnshurð burtur, tí hvat so við hitanum? Er tað ikki umráðandi at fáa latið hurðina aftur so skjótt sum gjørligt, so hitin ikki hvørvur? Jú tað er tað, men er talan um ein sløktan ovn, so er hurðin ofta fyri, tá tú skalt seta inn ella taka út. Og hendan skipanin kann gera tað lættari.
Tað er ein framleiðari, sum eitur Neff, ið framleiðir hendan ovnin, og niðanfyri kanst tú síggja stuttan film, ið vísir, hvussu hurðin kann krógvast undir ovninum, um tørvur er á tí.