Munurin á einum innbúgvi, sum gerst væl umtókt, og einum, sum fer í gloymibókina, kann vera evarska lítil. Ofta hevur tað við onkran smálut at gera - okkurt, sum antin er snilt ella sær gott út. Í hesum føri er talan um bæði. Borðið Grip er sett soleiðis saman, at borðbeinini klípa um ein skinnara undir borðplátuni. Tað er snilt, tá beinini skulu festast, og so sær tað bara heilt gott út.
Troels Grum-Schwensen hevur teknað borðið, sum R: Randers framleiðir. Tað fæst í fleiri støddum. Eitt borð, sum hevur støddina 179x80 cm kostar uml. 13.500 kr.