Havi hugt eftir einum vekjara seinastu tíðina, og haldi meg nú hava funnið hann. Tað skal vera ein vanlig borðklokka, sum brúkar battarí, og sum lætt kann setast at ringja morgunin eftir. Klokkan skal ikki hava innbygt radiotól, lasara, sum vísir tíðina upp á veggin ella aðra óneyðuga tøkni. Bara vísa hvat klokkan er, og so vækja meg um morgunin.
Hesin vekjarin eitur Table Clock, og tað er eingin mætari enn Arne Jacobsen, sum eigur sniðið upprunaliga. Tað er tó bara skivan eftir frá Arne Jacobsen, men tað er eftir øllum at døma nóg mikið til at skriva navn hansara tíðiliga á klokkuna. Húsin á klokkuni er nýggjur, og eisini lítla fitta støddin.
Vegl. pr. fyri ein vekjara av hesum slagnum er 700 krónur, men bíða bara eitt sindur við at keypa. Tá alt Arne Jacobsen hurlumheiið hevur lagt seg og japanarar hava mist áhugan aftur, verður borðklokkan heilt vist at fáa fyri hálvan prís :-)
Tað er Timepieces Rosendahl Copenhagen, sum framleiðir.
Skivurnar, ið fáast við skrikum, vanligum tølum, rómaratølum og tveimum øðrum variantum av hesum, teknaði Arne Jacobsen fyri Lauritz Knudsen í 1939.