Tað eru nógvar orsøkir at velja bambus, tá tú skalt brúka við. Bambus veksur sera skjótt, og er lutfalsliga hart tilfar. Hevur tú brúk fyri viði, sum er harður og sterkur, velja nógv fólk sonevndan aðalvið, sum t.d. teak. Men trupulleikin við hesum viði er, at hann veksur so seint, og tískil ikki er so burðardyggur sum tey sløg, ið veksa skjótari.
Nógvir framleiðarar eru tí byrjaðir at gera lutir úr bambus, sum áður vóru úr teak o.l. Hendan røðin av brettum frá Rosendahl er eitt gott dømi um hesa gongd.
Grand Cru-brettini fáast í ymsum støddum og sniðum. Prísir úr 300 kr.