Eitt rák, sum hevur verið nógv frammi seinnu árini, er at blanda stólar. Heldur enn at keypa sær t.d. seks Y-stólar hjá Wegner, so velja nógv at hava ein einstakan sniðgivnan stól av einum slagi og kanska tveir av onkrum øðrum. Orsøkin til, at hetta rák er vorðið so væl umtókt, er tí at tað ofta er avmarkað, hvussu nógvar sniðstólar tú fært møguleika at keypa brúktar. So heldur enn at lata vera við at keypa brúkt, tí tað vóru bara tveir, og tú skuldi brúka seks, so keypa fólk eitt sindur av hvørjum og seta síðani saman. Og tað riggar avbera væl, sum tú sært á myndunum her, ið eru frá eini íbúð hjá einum norskum sniðgeva, sum býr í París.
Kelda:
boligpluss.no