Kramm prei. Tað er ikki tann stóra útreiðslan longur at keypa eina klokku. Tú fært eina í nakkan fyri nakrar 10-krónur, so tað er upplagt at gera okkurt eitt sindur øðrvísi við eina slíka. Her eru tvær, sum hava fingið hvør sín kjóla. Hesar eru keyptar við kjóla, og kosta millum 1200 og 2300 kr (Diamantini Domeniconi og Gomitolo), men tað eru sum kunnugt nógv fólk í Føroyum, sum duga væl at binda og hekla, so hví ikki royna seg sjálvi við eini bundnari klokku?