Áðrenn og aftaná: Fýra mátar at peppa eitt borð upp

Deil á Facebook
Mánadagur 24. oktober 2011 - 14:00

Eitt óviðgjørt borð fyri nakrar fáar hundrað krónur er útgangsstøði fyri hesi nærum ævintýrkendu broyting. Her eru fýra mátar at fáa óáhugaverda borðið at líkjast einari millión.

1. borðið: Beinini hvít og borðplátan svørt við talvulakki. Tað ger, at tú eisini kanst pynta borðið við at tekna á tað.

2. borðið: Silvurmáling - smart.

3. borðið: Pink, men fyri at tað ikki skal blíva alt for "ljósareytt" tað heila, er ein glaspláta løgd omaná borðplátuna.

4. borðið: Beinini kappað, so nú er lítla spísiborðið vorðið til eitt lítið sofaborð.


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini